Hvalbiar Kommuna er farið undir eitt tiltak, sum verður eitt stórt framstig hjá teimum eldru í kommununi, og teimum, sum vara av teimum.
Einaferð tíðliga í summar er nevniliga ætlanin, at eitt eldrasambýli skal lata upp í Hvalba.
Tað er nú nakað síðani, at kommunan keypti húsini hjá Johan Eli og Margit Lisberg í Hvalba við tí fyri eyga at gera tað til eitt eldrasambýli.
Levi Niclasen, bygdaráðsformaður, sigur, at áðrenn húsini verða tikið í brúk til eldrasambýli, skulu ymsar ábøtur og broytingar gerast eftir krøvum frá myndugleikunum.
Farið verður undir tað arbeiði nú.
Og Levi Niclasen sigur, at ætlanin er at bera so mikið skjótt í bandi, at sambýlið kann lata upp tíðliga í summar, kanska einaferð í mei mánaði,ella 1. juni.
Tað, sum skal gerast við húsini, er í høvuðsheitum, at kjallarin skal innrættast, umframt at ein lyfta skal gerast. Annars skulu aðrar ábøtur gerast, eitt nú skulu onkur kømur leggjast saman o.s.fr.
Levi Niclasen heldur eisini, at hetta er ein hampiliga bílig íløga fyri kommununa.
Húsini, sum eru sera væl egnað til endamálið, vórðu keypt fyri eina millión.
Men kommunan fær helvtina av keypsprísinum aftur úr landskassanum.
Uvælingarnar og ábøturnar fara at liggja um 300-350.000 krónur.
So tilsamans fer hetta tiltakið at kosta kommununi ímillum 800 og 850.000 krónur.
Bygdaráðsformaðurin sigur, at eitt, sum ger húsini sera væl egnað til sambýli, er, at tey eru upprunaliga bygt við tí endamálið at hava krambúð í kjallaranum og tí eru tey bygt breiðari enn vanlig sethús.
Á veg í fleiri ár
Í sambýlinum verða 10 pláss. Ætlanin er at hava átta búpláss og tvey umlættingarpláss.
Tað hevur í fleiri ár verið eitt stórt ynski hjá heimarøktini at fáa eitt eldrasambýli í Hvalbiar Kommunu, Umframt Hvalba, fevnir er eisini Sandvík í kommununi.
Kommunan hevur eisini arbeitt við málinum leingi.
Eitt drúgt skifti var ætlanin, at finna eina felags loysn saman við Tvøroyrar Kommuna.
? Men tað bleiv ongantíð til meiri enn prát og tí mátti kommunan taka síni egnu stig fyri at fáa gongd á, sigur Levi Niclasen.
Eitt sórt framstig
Hetta er eitt sera stórt framstig fyri tey eldru í kommununi.
Heimahjálpin sigur, at tað eru fleiri eldri í kommununi, sum eru búgva einsamøll og sum tí kenna seg reiðiliga ótrygg, serliga um næturnar.
Nú skal so ein upptøkunevnd veljast við umboðum fyri heimarøktina, heimasjúkrasystraskipanina, kommunulæknarnar og kommununa.
Tað verður heimarøktin, sum kemur at standa fyri arbeiðnum og sum kemur at arbeiða á sambýlinum um dagin.
Men Levi Niclasen sigur, at náttarvaktirnar, er ein útreiðslan, sum kommunan sjálv betalir.










