Eldraráð
Nú skulu vit hava eitt eldraráð í Tórshavnar Kommunu.
Tað heldur í hvussu so er Leivur Hansen, býráðslimur.
Hann hevur nú mælt býráðnum til at seta á stovn eitt eldraráð í kommunun og uppskotið er nú til viðgerðar í umsitingini hjá Býráðnum,
Leivur Hansen vísir á, at Landsstýrið hevur boðað frá, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at reka og umsita og tað verður væntandi frá 1. juli næsta ár.
Hann sigur tí, at tað er ikki annað enn rætt og rímiligt, at eitt eldraráð verður sett á stovn.
? Tað er onki forgjørt í,m at kommununan longu fer undir fyrireikingarnar til at átaka sær uppgávuna at røkja eldraøkið eisini, heldur hann.
? Aðrastaðni, har kommunur umsita hetta økið, eru slík eldraráð heilt vanlig.
Hann sigur, at endamáli við einum slíkum ráði er, at tað skal skal vera ráðgevandi hjá lóggevandi myndugleikanum í málum, viðvíkja teimum eldru.
Góða undirtøku
Leivur Hansen ivast ikki í, at uppskotið fær góða undirtøku.
Hann vísir á, at í eldraálitinum, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi fyri Tórshavnar kommunu í 1998, verður mælt til at seta tílíkt ráð á stovn at vera bindilið millum borgararnar og býráðið á eldraøkinum. Býráðið skal við øðrum orðum hoyra eldraráðið um allar politiskar ætlanir, ið viðvíkja teimum eldru.
? Býráðið, sum tá var, samtykti einmælt, at brúka álitið til grundarlag undir framtíðar arbeiðnum hjá kommununum á eldraøkinum.
? Og nú Landsstýrið hevur boðað frá, at ítøkiligar ætlanir er um at leggja málsøkið út til kommunurnar, er stundin komin til at fylgja omanfyrinevnda tilmæli, heldur Leivur Hansen.
Og í eldraálitinum, sum beint nú er komið, verður eisini mæl til at seta slík eldraráð á stovn.
Byráðslimurin hevur ikki gjørt sær so nógvar tankar um, hvør skal sita í einum slíkum ráði.
Sum hann hevur skilt, verða slík ráð aðrastaðni vald við beinleiðis fólkaatkvøðu.
Men tað heldur hann ikki skuldi verið neyðugt i Føroyum.
?Uttan iva ber tað til at velja eitt slíkt ráð, uttan at skipa fyri fólkaatkvøðu. Tað kunnu kanska vera feløg og stovnar, sum hava við eldri at gera, eitt nú pensjonistafelag, Tilhaldið og onnur, sum velja limir í ráðið.










