Nes kommuna hevur gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum eldru og fyri at kunna bjóða fólki tilboð á røktarheimi og eldrasambýli.
- Vit eru við í Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hevur 74 búrúm. Haraftrat hava vit bygt eldrasambýli Vesturskin á Toftum, sum hevur 16 búpláss.
Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at Vesturskin hevur virkað væl, bæði fyri fólk úr kommununi og fyri tey fólk, sum eru komin úr øðrum kommunum.
Síðan 2007 hevur Nes kommuna eisini havt mattænastu til tey eldru. Henda tænasta heldur til í Vesturskin. Døgurðar verða koyrdir út í heimini fimm dagar um vikuna. Kostnaðurin fyri ein døgurða er 35 krónur.
Borgarstjórin sigur, at tað eru nógv heimagangandi eldri fólk, sum gera brúk at hesi tænastu hjá kommununi.