Soleiðis stendur ímillum annað skrivað á heimasíðuni hjá Torshavn.fo. Sera skilagott haldi eg. Hattar boðar frá at okkara eldru borgarar kunnu føla seg trygg og fáa vegleiðing um stuðulsmøguleikar o.s.fr.
Trupulleikin er bara tann, at tað eru ikki nokk av stuðulsmøguleikum. Hoyrdi nú ein dagin um eina eldri konu, ið fyri stuttum hevði eina slíka heimavitjan. Tað hon fekk at vita var ikki at nú fekk hon meir hjálp, sum hon hevði brúk fyri, nei hon fekk at vita, at nú kundi hon ikki longur fáa heimhjálp tvær ferðir um mánaðinn, sum hon plagdi, tí tað skuldi sparast. Men hon kundi fáa eitt telefonnr. hjá einum reingerðingsfirma, men hon mátti sjálv gjalda.
Er tað soleiðis vit vilja fara við okkara gomlu? Er tað har vit skulu spara? Eg haldi at hattar líkist ongum.
Hjálpin til tey heimabúgvandi gomlu er heldur ikki nøktandi. Og tað sum skuldi verða gott (at hava eitt eldri fólk búgvandi, sum ein er góður við) blívir ein plága, báði fyri fólkið og avvarandi familiu. Familian er útbrend (tí tað fæst ikki nóg góð hjálp) og gongur við ringari samvitsku, tí tey eru móð og hava ikki yvirskot til tað gamla stakkals fólkið, sum bara følir seg til ”fortreð” Tað kann ikki verða meiningin.
Ítróttarhallir, fimleikahallir, rennibreyt og fótbóltsvallir og hvat veit eg, alt gott um tað. Men tað má ikki verða so at samstundis sum vit eru á sera høgum støði tá tað snýr seg um ”facetilitetir” á ítróttarøkinum, eru vit á sera lágum støði, tá tað snýr seg um eldrarøkt. Tey eldru hava bara tað besta uppiborið, tað mugu vit ikki gloyma. Tað eru ikki øll ið íðka ídrátt, men um einki óvæntað hendir, blíva øll gomul.