Tað harðasta álopið higartil kom frá fyrrverandi varaforsetanum Al Gore í einari røðu, sum hann helt á lærda háskúlanum í New York hóskvøldið.
Í røðuni legði hann forsetan undir at hava logið fyri amerikanska fólkinum. Hann vildi eisini vera við, at Bush hevur gjørt tað vandameiri at liva í heiminum, og at vandin fyri yvirgangi í USA er størri nú, enn tá forsetin tók við.
-Forsetin sannførdi meirilutan av amerikanska fólkinum um, at Saddam Hussein hevði ábyrgdina av atsóknini tann 11. september í 2001. Veruleikin var, at hann hevði einki við atsóknina at gera, segði Al Gore. Og hann helt fram:
-Tann 12. september í 2001 æt forsíðan á einum av teimum størstu fronsku bløðunum "Nú eru vit øll amerikanarar", og tá fingu vit stuðul um allan heimin. Nú síggja vit myndirnar av tí, sum er hent í Abu Ghraib-fongslinum í Irak. Hvat er tað, sum er hent í hesum tíðarskeiðinum?
Hann gjørdi greitt, at Bush má sleppa sær av við fleiri av sínum næstu medarbeiðarum. Hann hevndi Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra, Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharra, Condolleezzu Rice, trygdarráðgeva, George Tenet, stjóra í CIA, og tveir embætismenn.
-Tey eru ikki nóg dugnalig. Støðan versnar fyri hvønn dag, so leingi tey sita í sínum størvum, segði Al Gore. Serliga verjumálaráðharin fekk ákoyringarnar:
-Land okkara er í vanda hvønn einasta dag, Rumsfeld er verjumálaráðharri. Okkum tørvar ein ein betri, segði varaforsetin hjá Bill Clinton.










