- Uppskotið um tilfeingisbúð er einki vert, tað er eitt ónýtiligt skrivstovuprojekt. So bersøgin er Thomas Arabo, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður.
Í lesarabrævi til Sosialin sigur Thomas Arabo, at uppskotið um tilfeingisbúð er eitt krakkaprojekt, ið tey flestu, sum hava innlit í fiskivinnuna, síggja er púra óbrúkiligt. Hann heldur, at endamálið hinvegin er at fáa pengar í landskassan og gera greitt, at ókeypis loyvi í tilfeingisvinnuni er ein farin tíð.
- Vinnan er púra greið yvir, at eitt tilfeingisgjald kemur. Her skulu bara takast nøkur atlit, so at eitt gjald er greitt formulerað, so eingi ivamál eru. Harafturat má tað vera prúra óbyrokratiskt at umsita, og síðst, men ikki minst, so má tað gerast soleiðis, at tað bæði gevur pengar í landskassan og virksemi kring landið, heldur Thomas Arabo.
Hann heldur, at eitt uppskot kundi verið at lagt fýra prosent í avgjaldi á alla tilfeingissølu.
- Tey sum umskipa sína veiðu í Føroyum kundu so søkt um at fingið eitt prosent aftur, og tey, sum lótu sítt tilfeingi til víðari framleiðslu í Føroyum kundu so søkt um at fingið endurgoldið trý prosent, heldur Thomas Arabo, sum samstundis vísir á, at á henda hátt komu vit nærri eini staðfesting av, at tilfeingisrætturin er ogn Føroya fólks, og at nýtslurætturin er bara til láns ímóti gjaldi til tey dugnaligastu.