Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
-----
Nú eru vit í Føroya landi væl og virðiliga troytt av greinum og leiðarum um kostnaðarendurgjald, ferðastuðul og løn til landsins valdu.
Vit hava hoyrt um Rigmor Dam og hennara felda uppskot. Vit hava sæð at Kringvarpið hevur havt kjak. Vit hava hoyrt Bárð Nielsen siga, at vit fáa tað, vit gjalda fyri.
At enda hevur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen kunngjørt at nevnd skal viðgera málið um lønir og samsýningar til fólksins valdu. OK?! Skulu vit so seta okkum niður at bíða? Skulu vit góðtaka ”allar” tær sakligu og fakligu grundgevingar vit hava hoyrt? Tað er sjálvandi treytað av at vit hava fingið góðar grundgevingar! Sum vit ikki hava fingið!
Vit hava fingið undanførslur, tekniskar hugleiðingar, hvussu ein best heingir klæðir á snorin (ein skal búgva í Tórshavn), fyri at ”tíma” at vera fólkavaldur, skal ein fáa nógv í løn, ella samsýning.
Sum sagt áður, eg, sum helt at tað snúði seg um politiskar visjonir og grundhugsjónir, høgra ella vinstra, samband ella fullveldi.
Konkret uppskot
Nøkur fá ókonkret boð eru komin um, hvat er sømiligt hjá einum landsvaldum at fáa í løn. Staðfest er allarhelst, at landsstýrisfólk hava eitt nógv strævnari starv við nógvar ábyrgd enn løgtingsfólk. Landstýrisfólkini snikka jú til lógir. Løgtingsfólk kunnu leggja fram lógir, og samtykkja jú eisini lógir.
Fyri nøkrum mánaðum síðani kom løgmaður við uppskotinum um ministarabilar. Hetta er sjálvandi óneyðuga lænt úr Danmark og øðrum (norðan)londum.
Ein konkretur trupulleiki í Føroyum er bara tann at Føroyar eru so lítlar.
Føroyar eru 100 ferðir minni enn Danmark. Í samanberingum verður oftani nýtt hesin hundraðsfaldsmunurin. Men tíanverri kann hann ikki brúkast í øllum førum. Hevði hann t.d. verðið brúktur til løgtingsumboðan, so høvdu vit 4. hvørt ár valt 1,79 tingfólk. Tað hevði nokk ikki verið so umboðandi fyri fólkaræði Føroyar.
Hvat skulu vit so gera? Vit eru noydd til at tillaga skipanir. Ístaðin fyri eina danska skipan, so mugu vit kanska hava eina samanrenning av danskari, íslendskari ella onkrari heilt aðrari skipan.
Hugsa tey?
Men tað mest undrunarverda, er at eingin av landsins valdur kemur sjálvt við einum konkretum uppskoti!
Tey fáa jú løn fyri at fyrihalda seg til lógir. Tey fáa løn fyri at umboða okkum, fólkið. Í løtuni vísir fólkið ein stóran áhuga fyri teirra løn. So sjálvandi mugu tey hava eitt konkret uppskot. At lata eina sokallaða serfrøðinganevnd koma við uppskoti um løn til landsins valdu, er bert undanførsla. Ein háttur at snúgva sær undan at taka avgerðir, fyri okkum, fyri fólkið. Fólkið er arbeiðsgevarin, og tískil skal sjálvandi Løgting lurta eftir fólkinum, arbeiðsgevaranum.
Uppskot til samtyktar
Her kemur so mítt uppskot:
Skattfríar samsýningar vera strikaðar, øll skulu vera líka fyri lógini
Fólkavald gjalda sína egnu pensjón, øll skulu vera líka fyri lógina
Fólkavald kunnu fáa endurgjald, av sínum starvi, kvittanir framvísast
Størv og nevndarsessir vera frásøgd, uppgávan hjá fólkavaldum er at veita alla sína tíð til veitta álit, sum fólkavald fulla tíð óávirkaði av øðrum starvi/sessi, eins og landstýrissfólk eru
Sigst at øll eru líka fyri lógini. Við hesum einklu meginreglum kunnu vit tryggja okkum at fólkavald fara at verja áhugamál fólksins.
Fólkavald skulu sjálvandi fáa góða løn. Teimum er ikki neyðugt at hugsa um rokningar. Men tað skal ei heldur vera, sum tað tykist nú, at peningur hevur alt at siga. At vera fólkavaldur er at verja politiskar hugsjónir og áhugmál fólksins. Hetta kann ikki sigast nóg ofta. Grundgevingar at ein fær tað man betalur fyri, eru snøgt sagt langt úti og vísa greitt eina vandamikla misskiljing. Peningur SKAL ikki vera drívmegin ella umbering. Tá soleiðis verður sagt, er best at viðkomandi sleppur sær vekk og letur betur skikkaði røkja álítisstarvi.
Og sjálvandi skal lønin ikki vera sjúkliga stór, politiska hugsjónin skal altíð vera drívmegin, ikki avgreiðsluvald.
Landsins valdu tykjast ikki at hava tikið til eftirtektar at sparingar vera framdar kring landið. Og eru tað tey sjálvu sum koma við hesum ófrávíkiliga kravi!
Við at avtaka skattafríar samsýningar kan landið spara útvið eini 3-4 mill, fyri ikki at tala um pensjónir, sum skulu gjaldast til ov ungar fólkavaldar pensjónistar.
Feiið fyri egnum duri og takið eitt tak við restina av tjóðini, ella er tað bara búkurin sum telur?









