Í hesum døgum standa nógv hús í gerð í Sunda kommunu. Talan er bæði um vanlig sethús, tvíhús og onnur sambygd hús. Sunda kommuna er ein kommuna í vøkstri. Kommunan sigur, at fólk fyri langari tíð síðan hava funnið leiðina norður í Sundalagið, og hetta sæst nú aftur í sethúsabyggingini.
- Hetta er at fegnast um, tí tað fer eisini at gera sítt til at røkka málinum fyri nýggju Sunda kommunu, at verða ein sterk og savnandi eind fyri alt økið, sigur kommunan. Sambært heimasíðuni er barnatalið vaksandi, og kommunan leggur stóran dent á, at hava ansingartilboð til øll, ið hava tørv á tí, samstundis sum at skúlarnir verða dagførdir so hvørt. Eisini eru stórar íløgur gjørdar á røktarøkinum.
- Enn er ætlaða útstykkingin í Hósvík ikki byggibúnað. Tá hetta gerst veruleiki, vónandi fyrst í komandi ári, kemur enn størri gongd á byggingina, tí har er størsta talið av fólki, sum bíðar eftir grundstykki, sigur kommunan á heimasíðuni.