Tey borgaligu standa til sigur í Svøríki

Nýggj meiningskanning frá SCB: Sverigesdemokraterna er tann flokkur, sum hevur ognað sær flestar atkvøður síðani ríkisdagsvalið í 2014

Nýggj meiningskanning frá Statistiska Centralbyrån gevur borgarligu samgonguni í Svøríki, Alliansen, meirilutan framman fyri reyðgrønu stjórnina, mannað av Javnaðarflokkinum og Umhvørvisflokkinum. Tað merkir, at teir báðir stjórnarflokkarnir hava mist stuðul í mun til valúrslitið í 2014. Hinvegin hevur innflytarakritiski flokkurin Sverigesdemokratarna vunnið størstu framgongdina av øllum flokkum.

 

Tað skrivar danski miðilin News Øresund.

 

Um sviar skuldi atkvøtt í dag, so hevði Svøríki fingið eina bláa stjórn. Tað vísir seinasta kanningin hjá Statistiska Centralbyrån, sum gevur borgarligu flokkunum 38,6 prosent av atkvøðunum – seks prosent meira enn stjórnarflokkarnir fáa.

 

Stjórnarflokkarnir, altso Javnaðarflokkurin og Umhvørvisflokkurin, hava báðir mist veljarar í mun til valið í 2014. Javnaðarflokkurin, sum við síðsta val hevði 31 prosent av atkvøðunum, hevur nú 28,3.

 

Á sama hátt eru tað bert 4,3 prosent av veljarunum, í dag høvdu sett krossin við Umhvørvisflokkin, sum á fyrra valinum fekk 6,9 prosent av atkvøðunum.

 

Borgarligu samgonguflokkarnir, betri kendir undir heitinum Alliansen, hava í dag 38,6 prosent av veljarunum. Á síðsta vali hevði Alliansan tilsamans 39,4, sum altso merkir, at teir eru farnir 0,8 prosent aftur.

 

At bæði tann reyðgrøna stjórnin og tey borgarligu hava afturgongd í kanningunum stendst av framgongdini hjá Sverigesdemokratarna. Í 2014 fekk innflytarakritiski flokkurin 12,9 prosent av atkvøðunum, men í dag stendur flokkurin til at fáa 18,5 prosent.

 

Tað er ein framgongd upp á 5,6 prosent, sum er størsta framgongd hjá nøkrum flokki. Ein av vanligu frágreiðingunum upp á framgongdina hjá Sverigesdemokratarna er, at flóttafólkaspurningurin, friðskjólspolitikkurin í nógv størri mun hevur týdning í svenska valstríðnum.

 

Størsti parturin av nýggju stuðulunum hjá Sverigesdemokratarnar koma frá Javnaðarflokkinum: 2,5 prosent av teimum, sum í 2014 valdu Javnaðarflokkin, fara í dag at velja Sverigesdemokratarnar í staðin. Harafturat hevur flokkurin eisini fingið atkvøður frá teimum borgarligu Moderatarna: 2,2 prosent eru farin frá Moderaterna til Sverigesdemokratarna síðani 2014.

 

Hóast stóru afturgongdina í veljarastuðlinum er Javnaðarflokkurin enn størsti flokkur í Svøríki. Millum svenskar kvinnur er Javnaðarflokkurin framvegis best umtóktur við stuðli frá 30,1 prosentum av kvinnunum, og tað sama er galdnandi fyri svenskar menn, har 26,5 prosent eisini atkvøða fyri flokkinum.

 

Fakta – um val var í dag:

 

Fyrra talið er stuðulin í dag í prosentum. Talið í klombrum er stuðulin, sum flokkurin fekk á valinum í 2014 í prosentum.

 

Socialdemokraterna: 28,3 (31)

Moderaterna: 22,6 (21,9)

Sverigedemokraterna: 18,5 (12,9)

Centerpartiet: 8,7 (6,1)

Vänsterpartiet: 7,4 (5,7)

Liberalerna: 4,4 (5,4)

Miljøpartiet: 4,3 (6,9)

Kristdemokraterna: 2,9 (4,6)

Onnur: 2,9 (4,1)

 

Sperrumarki fyri at fáa umboð í Ríkisdegnum er fýra prosent.