Tey bestu verða kosin í Miðlahúsinum

Ætlaða galla-veitslan fyri fótbólt, sum skuldi verða um vikuskiftið, var avlýst. Fyrireikararnir mettu, at undirtøkan fyri tiltakinum var ov lítil, og tí var avgerð tikin um, at veitslan verður av ongum. Hæddarpunktið á sjálvari veitsluni er vanliga, tá bestu spælararnir í farna kappingarári verða heiðraðir, men hendan handanin verður tó gjøgnumførd. Nøvnini á teimum, sum hava staðið seg best, verða nevnliga kunngjørd í Miðlahúsinum fríggjadagin.