Tey bestu verða funnin

Bestu spælararnir kring landið verða kosnir eftir atkvøðugreiðslu, har liðformenn og venjarar kring landið saman við ítróttafjølmiðlum hava greitt atkvøðu.

Umframt ársins spælara hjá monnum og kvinnum, verða ársins málverji, stjørnuskot og venjari eisini kosin, og hartil verur besti dómarin í ár funnin.

Gylti skógvurin, sum Thomas Dam Ítróttur letur toppskjúttunum, verður eisini handaður, og hartil fær best spælandi liðið í Formula-deildini eisini ein serligan heiður.

 

Nógv verður gjørt burturúr í Miðlahúsinum, har øll sjálvandi eru vælkomi til tiltakið. Eitt nú verður grillin tendrað í bakgarðinum, umframt at okkurt leskandi eisini verður til gestirnar. Og Rás2 sendir sjálvandi beinleiðis frá tiltakinum.