Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða tey bestu í føroyskum tónleiki heiðrað við virðislønum, tá ið Atlantic Music Event verður leygarkvøldið. Nýggja virðislønin verður latin í 14 ymiskum bólkum, og fólk kring landið fáa ávirkan á ein part av virðislønunum.
Tað eru fyriskipararnir av Prix Føroyum, sum hava tikið stig til virðislønirnar, og listakvinnan Vígdis Petersen hevur gjørt ein serliga virðisløn, sum vinnararnir fáa.
Tað er tónleikavinnan í Føroyum, sum er komin við uppskotum um, hvør skal hava tær ymsu virðislønirnar. Upptøkuhøli, útgevarar og onnur hava stillað tónleikarar inn, og burtur úr hesum innstillingum er eru trý uppskot til hvønn bólk.
Virðislønirnar verða ikki lætnar til tann, sum hevur verið best í føroyskum tónleiki yvirhøvur, men hinvegin fólk, sum hava markerað seg á onkran hátt seinastu tvey árini.
Bara kvinnur sum sangarar
Nógvir ymiskir tónleikarar eru í uppskoti, og tað er eingin ávísur tónleikari, sum hevur lagt seg omaná allar bólkarnar, sum tað av og á ber til at uppliva í útlondum.
Tað er merkisvert, at tríggjar kvinnur eru í uppskoti sum besti sangari. Her sleppa menninir als ikki fram at, tí Lena, Eivør og Guðrun Sólja eru í uppskoti. Hesar tríggjar hava rættiliga gjørt vart við seg seinastu tvey árini, og tær skulu seinni í ár syngja á somu konsert í Keypmannahavn.
Besta lagið hesi árini skal veljast millum My Lady hjá Lenu Anderssen, Forelskaður Sjónleikari hjá Páll Finnur Páll og Josephine hjá Teiti Lassen. Alt góðir sangir, sum hava verið nógv spældir í útvarpinum.
Bestu tónleikararnir skulu eisini finnast, og her er talan um teir, sum vanliga eru eitt sindur í bakgrundini, men sum nú skulu dragast fram í ljósið og heiðrast.
Fólk hava fram til leygardagin á middegi at atkvøða á heimasíðuni www.prix.fo.
- - -
AME-virðislønirnar
Samanlagt 14 virðislønir verða lætnar til Atlantic Music Event. Fólk hava ávirkan á nakrar av virðislønunum, og her skulu tey atkvøða ímillum uppskot frá føroysku tónleikavinnuni ? útgevarum, studio og øðrum. Hinar virðislønirnar verða lætnar uttan almenna atkvøðugreiðslu.
Besta lag:
Lena: My Lady
Páll Finnur Páll: Forelskaður Sjónleikari
Teitur: Josephine
Besti sangari:
Eivør Pálsdóttir
Lena Anderssen
Guðrun Sólja Jacobsen
Besti bólkur:
Déjá Vu
GoGo Blues
Makrel
Besta fløga:
Lena: Can't Erase It
Salt: Salt
Teitur: Poetry and Aeroplanes
Besti gittarspælari:
Mikkjal Hvannastein
Niclas Johannesen
Rasmus Rasmussen
Besti bassspælari:
Johannus á Rógvu Joensen
Arnold Ludvig
Mikael Blak
Besti trummuspælari:
Rógvi á Rógvu
Brandur Jacobsen
James Olsen
Besti ljómborðsspælari:
Kim Hansen
Magnus Johannesen
Finnur Hansen
Harafturat verða aðrar virðislønir eisini lætnar:
Besti húsi
Best átak uttanlands
Besti produsari
Herðaklappið
Mest spælda lag
Mest seljandi bólkur