Tey bestu lupu avstað

Felags fyri liðini í 1. deild, sum hava møguleika at flyta upp, var, at tey vunnu í fyrsta umfari

Fyrsta umfar í næstbestu deildini var á skránni hetta vikuskiftið. Tað eru B68, Skála, 07Vestur, B71 og MB, sum hava møguleika at flyta upp.

B68 og Skála fluttu í fjør niður. Tey bæði vunnu í fyrsta umfari á heimavølli. B68 vann trivaligan 4-1 sigur á næstbesta liðnum hjá KÍ. Óli Olsen (myndin) vísti við tveimum málum, at hann framvegis hevur máltev. Skála vann 3-1 á næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum beinanvegin setti hol á. Skála skoraði tó tvær ferðir undan steðginum – Brian Jacobsen var málskjútti báðu ferðirnar – og verjuspælarin Petur Pauli Mikkelsen staðfesti sigurin.

B71 flutti í fjør upp, og sandoyingar løgdu sera bragdliga fyri á heimavølli ímóti MB, sum eisini flutti upp í fjør. Fýra ymiskir spælarar – Tummas Pauli Olsen, Rúni Høgnesen, Bjørgfinnur Winther og Ari M. Olsen – skoraðu, áðrenn Magni Joensen pyntaði um fyri MB.

07Vestur legði seg við 6-1 heimasigri á B36 í dag heilt upp á toppin. Áðrenn heimamenninir tóku sær um reiggj, gjørdu teir sjálvmál. Undan hvíldini skoraði 07Vestur tvær ferðir, og í 2. hálvleiki skoraði 07Vestur fýra mál. Bæði 07Vestur og B36 gjørdu sjálvmál. Hini málini skoraðu Holgar Djurhuus, Gunleif Olsen, Hørður H. Johansen, Sjúrður Ellefsen og Torstein Mýlingstind.

Einasta uppgerðin millum næstbestu liðini hjá teimum feløgum var á Argjum, har AB vann 2-1 á NSÍ, sum skoraði fyrst.

Annað umfar verður leygardagin, tá ið skráin sær soleiðis út: KÍ-AB, B36-B68, NSÍ-B71, MB-Víkingur og Skála-07Vestur.

1.umfar:

Leygardagin

B68-KÍ 4-1 (3-0)

1-0: Kristian Anton Andreassen 21.

2-0: Óli H. Olsen br 35.

3-0: Andrias á Líknargøtu 41.

4-0: Óli H. Olsen 61.

4-1: Jógvan Isaksen br 71.

 

Skála-Víkingur 3-1 (2-1)

0-1: Sámal J. Joensen 2.

1-1: Brian Jacobsen 35.

2-1: Brian Jacobsen 40.

3-1: Petur Pauli Mikkelsen 80.

 

B71-MB 4-1 (2-0)

1-0: Tummas Pauli Olsen 26.

2-0: Rúni Høgnesen 38.

3-0: Bjørgfinnur Winther 58.

4-0: Ari M. Olsen 78.

4-1: Magni Joensen 82.

 

Sunnudagin

07Vestur-B36 6-1 (2-1)

0-1: sjálvmál 9.

1-1: Holgar Djurhuus 28.

2-1: sjálvmál 39.

3-1: Gunleif Olsen 66.

4-1: Hørður H. Johansen 87.

5-1: Sjúrður Ellefsen 90.

6-1: Torstein Mýlingstind 91.

 

AB-NSÍ 2-1 (0-0)

0-1: Bjarti Kristiansen 75.

1-1: Martin Midjord 77.

2-1: Bjartur Kjærbo 82.