Hon vísiti eisni á, at einasta alternativa eftirlønarskipan er Samhaldsfasti, og at um upphæddin úr samhaldsfasta hækkar, so verður tað eitt munandi ískoyti.
Sjálvandi er tað ein almenn uppgáva at tryggja aldurdómin - annars verða øll ikki líka fyri, segði hon.
Ingeborg Vinther vísti annars á, at fleiri fakfeløg hava pensjónsskipanir, og at ymist er, hvussu er við útgjaldinum. Hon vísti eitt nú á, at Havnar Arbeiðsmannafelag bert hevur eitt útgjald, sum øll fáa, líka mikið, hvussu nógv hvør limur hevur goldið inn. Somu skipan arbeiðir Føroya Arbeiðarafelag við, segði hon.
Framsøgumaðurin hjá Verkamannafylkingini vísti eisini á, at nógv fólk bara hava almenna pensjón at dúva uppá. Hetta eru m. a. arbeiðsfólk og fiskimenn.
Tí taki eg undir við, at inngjaldið hækkar úr 0,5% upp í 0,75%, segði hon.
Viðvíkjandi afturgjalding landskassans til ALS - 30 milliónir krónur vísit Ingeborg Vinther á, at um ALS er so væl fyri, sum onkur vil vera við, sog eigur ALS eisini at vera ført fyri at taka sær av teimum arbeiðsleysu.
Hon tók annars av fullum huga undir við, at dagpeningaskipanin verður broytt soleiðis, at tímalønt fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi - men helt tó, at hetta útgjald skuldi vera 80% av eini arbeiðsmannaløn - ikki av tí, fólk hava forvunnið seinastu seks vikurnar, tí inntøkan hjá hesum bólki er so ójøvn.
Fastlønt og tímalønt skulu verða javnsett, legði Ingeborg Vinther stóran dent á.









