Tey bíða á Svangaskarði

Hesar síðstu vikurnar eru 4000 setur sett upp á Svangaskarði, har tað í morgin verður landsdystur fyri 21. ferð´.

Football is coming home, sungu tey, tá EM endaspælið var í Onglandi fyri fýra árum síðani. Ivaleyst hava tey somu kensluna á Svangaskarði, sum eingilsktmenn høvdu í 1996.

9. juni í fjør ? tá Føroyar megnaðu 2?2 ímóti Bosnia ? var 20. landsdysturin á Svangaskarði. Síðani hevur landsliðið spælt fýra ferðir á Tórsvølli.

At tað aftur ber til at spæla landsdystir á Toftum kemst av, at stadion nú lýkur FIFA krøvini um, at áskoðararnir skulu hava hvør sítt setur.

Tær seinastu vikurnar hevur verið nógv virksemi á Svangaskarði. Kvinnur og menn hava sett setur saman og skrúvað, og mitt í vikuni vóur øll 4000 setrini tøk.

Tofta Ítróttarfelag hevur keypt setrini, sum eru blá, úr Danmark. Tey hava áður verið á Gladsaxe stadion, har AB hevur heimavøll. AB hevur altíð havt grønar troyggjur, og í summar skiftu teir lit á stadion. Nú eru stólarnir har grønir.

Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag leggur ikki í at upplýsa, hvussu nógv teir hava keypt setrini fyri. Felagið hevur sjálvt fíggjað ein part, ein partur er fíggjaður við stuðulsinntøkum frá virkjum, skipum og fyritøkum, og so hevur landið stuðla sambært lógarsettu ásetingunum.


Málini

Føroyska liðið skoraar ikki mál í hvørjum dysti. Í teimum 67 altjóða skrásettu landsdystunum, sum higartil eru spældir, hava føroyingar skorað 40 mál. Tað seinasta varð skorað í Liktinstein 26. apríl, tá Føroyar vunnu 1?0.

Tað seinasta á heimavølli varð skorað ímóti Bosnia 9. juni í fjør. Síðani tá hevur landsliðið spælt fýra ferðir 90 minuttir uttan at fáa mál. Tapini hava verið 0?1 ímóti Íslandi, 0?2 ímóti Estlandi, 0?1 ímóti Litava og 0?2 ímóti Danmark. Hagtølini siga altso, at í morgin fer Slovenia at vinna 1?0!

Í teimum 20 landsdystunum, sum eru spældir á Svangaskarði, hevur landsliðið skorað sekstan mál. Í níggju av teimum 20 dystunum hevur tað ikki eydnast at skora.