Seinnapartin í dag vinna Livar Nysted og hinir umborð á Artimes Investments fram til Silleyoyggjarnar, og har eru føroyingar millum tey, sum taka ímóti. Spenningurin er stórur, nú Livar Nysted og hinir umborð á Artimes Investments eru við at koma fram til Bretlands eftir ferðina um Atlantshavið. Heimsmetið taka teir væl og virðliga, tá teir koma til lands seinnapartin í dag.
Eisini føroyingar eru millum tey, sum taka ímóti í St. Mary a Silleyoyggjunum. Familja hjá Livari er farin yvir og føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, er eisini farin á staðið.