Tey bíða enn eftir løgmanni

Løgmaður hevur lovað at royna fáa semju ímillum allar flokkar á Løgtingi um tunlarnar Norður um fjall – men enn er einki hent

 

Nú skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, enn einaferð, standa til svars fyri ætlanina um at gera nýggjar tunlar norður um Fjall.

 

Hesa ferð er tað Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum vil hava at vita frá løgmanni, hvat verður av ætlanini at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. 

 

Í hesum sambandi vil hann hava at vita um løgmaður ætlar at fáa semju ímillum samgongu og andstøðu um málið og hann vil eisini hava at vita um løgmaður sjálvur heldur, at tað er trygt at koyra ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, serliga hjá skúlabørnum.

 

Hann v ísir á, at tá ið Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin løgdu eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunlarnar, og partvís at fíggja hann við bummgjaldi frá Norðyatunlinum, vildu samgongan ikki taka undir við ætlanini.

 

Ein grundgeving varð at løgmaður skuldi arbeiða við málinum. Samstundis skuldi løgmaður royna at fáa eina semju ímillum allar flokkarnar í Løgtinginum um málið, og í hesum sambandi skuldi hann kalla andstøðuna til fundar í summar.

 

– Men enn er onki at frætta frá samgonguni og løgmanni, samstundis sum at ótryggleikin og vónloysið bara økist hjá fólkinum í bygdunum eystan Múla, sigur Bill Justinussen.

 

Hvannasunds- og Viðareiðis kommuna hava víst á eina loysn og hava gjørt eitt fullfíggjað uppskot, sum tey sjálvi hava fíggjað. Tað er annars eitt arbeiði, sum vanliga liggur á landsmyndugleikanum, og verður fíggjað á fíggjarlógini. 

 

– Men enn hevur samgongan ikki víst áhuga fyri hesum lokala átaki, sum er besta loysn, nakar enn hevur kunnað víst á, fyri at seta ferð á tunnilsgerðina, sigur Bill Justinussen.