Tey bíða eftir dómadegi

Umleið 30 fólk fjala seg í djúpum holum Penza-landslutinum í Russlandi, har tey bíða eftir dómadegi

Nú um páskirnar royndi løgreglan og ein prestur at fáa saqmband við dómadagsfólkini, men tá tey fóru at skjóta upp úr holunum, noyddist løgreglan og presturin at taka seg aftur.

 

Fólkini niðri í holunum hava boðað frá, at tey bíða eftir dómadegi, sum kemur tann 28. mai, siga tey.

 

Russisku myndugleikarnir siga, at umleið 30 fólk eru niðri í holunum í Penza, sum er miðskeiðis í Russlandi. Fleiri børn eru teirra millum. Myndugleikarnir hava skuldsett oddamannin hjá dómadagssektini fyri átrúnaðarliga og tjóðskaparliga øsing.