Spurningurin, um føroyingar við sjáldsomum sjúkum, so sum CTD og GSD, ikki fáa nøktandi viðgerð í føroyska heilsuverkinum, verður nú reistur í løgtinginum.
Tað er sambandstingmaðurin, Edmund Joensen, ið hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning.
Millum annað spyr hann, um sjúklingar við GSD eru sendir á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, hóast bæði sjúklingar og GSD-sjúklingafelagið vísa á, at viðgerðin har ikki er nøktandi.
Eisini spyr tingmaðurin, hvørji stig Sirið Stenberg fer at taka fyri at fáa nevndu viðurskifti í rættlag, so fólk við sjáldsomum sjúkum sum CTD og GSD kunnu kenna seg trygg.
Edmund Joensen sigur vantandi tryggleika hjá sjúklingum og avvarðandi vera høvuðsorsøk til, at hann nú reisir málið á tingi.