Tey ætla ikki at lurta eftir løgmanni

Løgmaður hevur staðiliga heitt á tey um at bíða í eina viku, men tey fara ikki at lurta eftir

Eftir at tey hava havt stongt um náttina í einar seks vikur, tóku skeinkistøðini í Havn ta støðu í gjár, at nú ætla tey aftur at hava opið um vikuskiftini sum vanligt, ella til klokkan fýra um náttina. Tað verða eisini skeinkstøð á bygd, sum eru í somu støðu.

 

Á tíðindafundi í morgun legði løgmaður eina ætlan fyri, hvussu vit skulu koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir tað mesta. Ein partur av hesi ætlan er, at skeinkistøðini skulu hava stongt um náttina hetta vikuskiftið afturat – men næsta vikuskiftið kundu tey hava opið aftur sum vanlitg.

 

Samstundis heitti løgmaður staðiliga á skeinkistøðini um at hava tol í eina viku afturat, tí tá vænta tey, at smittan er komin í hæddina og fer at hæsa av aftur.

 

Men skeinkistøðini gera greitt, at tey ætla ikki at lurta eftir løgmanni og at tey halda fast um at hava opið alla náttina hetta vikuskiftið. Áheitanin frá løgmanni broytir ikki okkara støðu, siga tey.

 

Tey siga, at tey hava ikki fleiri viðmerkingar enn tað, tey vístu á í gjár. Tá førdu tey fram, at tey hava  tikið stóra ábyrgd í stríðnum ímóti koronu og at tey hava mist nógvar inntøkur hesa tíðina, tað hevur verið stongt um náttina, serliga tí at desember mánaður, og ársskiftið, er tann tíðin, tá ið fólt fara mest í býin.

 

Tey siga, at nú er støðan tann, at mestsum alt virkemið í landinum er ótarnað – uttan skeinkistøðini. Smittutølini hava ongantíð verið hægri, men tað er næstan eingi, sum verður serliga sjúk. Tí er eingin vandi á ferð og tí halda tey, at tað er meiningsleyst at tey skulu framhaldandi hava skerdar upplatingartíðir. Hetta kann heilt einfalt ikki halda fram, tí so er vandi fyri, at støðini ikki klára at lata uppaftur, søgdu skeinkistøðini.