Tá Kringvarpið á middegi í gjár vist at siga, at býráðið í Havn ikki hevði givið endaligt loyvi til stóru privatu útstykkingarætlanina við Villingardalsvegin í Havn, sum Sosialurin skrivaði um mikudagin, so var talan um eitt mistak.
Jákup Dam, formaður í byggi- og býarskipanarnenvdini segði við útvarpið, at útstykkingarætlanin ikki hevði verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini. Hann segði seg ikki kenna konkretu ætlanina, men at hon sjálvandi fór at koma fyri í nevndini.
Eigararnir hvukku sum vera man við av boðunum, men tað var ikki rætt, sum býráðslimurin segði. Útstykkingarætlanin hevur verið fyri í býráðnum og er endaliga viðgjørd og avgreidd, og eigararnir hava fingið øll endalig loyvi.
– Ætlanin er komin so langt, at vegaarbeiðið er boðið út og farið verður í gongd fyrsta dagin, sigur Hans Joensen, sum umboðar ein av eigarunum.
Talan er um eina ætlan hjá trimum traðaeigarunum við Villingardalsvegin norðan fyri Krákugjógv. Teir hava sligið seg saman um at stykkja út 35 privat grundstykkir á teimum trimum traðunum, 1345a, 1346a og 1347a, sum tilsamans eru 29.000 fermetrar til støddar.
Innkoyringin til nýggju útstykkingina verður yvir av innkoyringini til Blákollugøtu.
– Vit hava biðið um tilboð frá nøkrum arbeiðstakarunum til vegin, ið eftir ætlan verður 500 metrar til longdar. Tað verður ein innkoyringarvegur, ið síðan fer sundur í tvey, segði umboð fyri eigararnar við Sosialin mikudagin.
Tá eigararnir hava fingið tilboðini til nýggja vegin, verður støða eisini tikin til, um hvussu nógv av grundstykkjunum skulu planerast, áðrenn tey verða seld ella um tey verða seld beinanvegin.
Við 35 nýggjum grundstykkjum verður talan um ein heilt nýggjan býling í høvuðsstaðnum, og í næstum verða grundstykkin lýst til sølu.
Saks av stykkjunum eru væl yvir 500 fermetrar, eitt er 680 fermetrar og restin eru góðar 400 fermetrar.
Sambært greinini í Sosialinum mikudagin, so hava so gott sum øll grundstykkini útsýni yvir Havnina.
Talan er um eina verkætlan, sum hevur verið ávegis í fleiri ár, men hon hevur verið tarnað av óvissuni viðvíkjandi innkomuvegnum, sum einaferð eftir ætlan skuldi koma omaneftir gjøgnum traðirnar við Villingardalsvegin. Men við avtaluni, sum Tórshavnar kommuna og Innlendismálaráðið gjørdu í 2016, so verður eingin vegur har, men ein tunnil í staðin.