Tey 21 tilnevndu løgini

Tey 21 løgini, ið ein føroysk dómsnevnd hevði valt burtur úr teimum 124 løgunum, ið komu inn til sanskrivarakappingina hjá AME, eru skrivaði av bæði kendum og minni kendum nøvnum á føroyska tónleikapallinum.

Føroyska dómsnevndin hevur lurtað eftir øllum 124 løgum, skrivar ame.fo

 

Hvør í sínum lagi hava tey valt 20 løgini, sum tey persónliga halda eiga at koma víðari. Løgini eru vald í tilvildarligari raðfylgju. Um onkur hevði sent inn 2 uppskot, er tað uppskotið, sum hevur fingið flestar atkvøður, ið er farið víðari.

 

Tey 21 løgini, ið dómsnevndin valdi at vera tey bestu vóru hesi:

Arons Song - Hans Olivur Joensen

Aware of it - Brandur Enni, Lars Kilmann Jansson

Big Shot - Brandur Jacobsen Tórshavn

Dadadie - Búi E Dam

Drain me - Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt

Dýrdarkvøld - Kári Sverrisson

Fjøllini standa úti - Jens L. Thomsen og fleri

Grát ei - Eivør Pálsdóttir

Kynda Bál - Jensina Olsen

Love is dead - Guðrið Hansen

Mary - Ronni Poulsen

Mín varði - Elin Heinesen

Møttust vit á Penny Lane - Heri Nolsøe

Out on the Road - Trygvi D. Strøm og Kristina renfro

Secrets to conceal - Boys in a Band

Silvurfuglur - Finnbjørn Hansen og KIM Hansen og Jóanes Hansen

So called paradise - Sigrið Rasmussen(Lloyd Garret)

The Cute Little Club - Petur Háberg

Til ein vin - Margreta á Rógvi

Wasted - Lena Anderssen, Bárður Háberg Óli Jógvansson

You got a hero in me - Árni Øregaard

(Raðfylgjan er alfabetisk, ikki prioriterað eftir stigum)

 

Vinnarin verður kunngjørdur á tiltaki í Norðurlandahúsinum hósdagin kl. 17.00.

 

Vinnarin av sangskrivarakappingini fær 75.000 kr., nummar 2 fær 20.000 kr. og nummar 3 fær 5.000 kr. Peningurin er oyramerktur til eina tónleikaframleiðslu t.d. fløguupptøku, sjónbandalag ella annað, skrivar ame.fo