Tey 18 ára gomlu sleppa aftur í dans

18 ára gomul sleppa aftur á diskotek í Havn leygarkvøld. Aldursmarkið í Eclipse verður sett niður til 18 ár, og dansistaðið fer serliga at leggja seg eftir at spæla diskotekstónleik. Broytingin er millum annað gjørd eftir áheitanum frá foreldrum og miðnámsskúlanæmingum.

Síðan í summar, hava tey 18 ára gomlu ikki havt nakran góðan, um tey eitt leygarkvøld hava ætlað sær á diskotek í Havn. Eftir at Club 20 lat aftur, hevur aldursmarkið til bæði Platform og nýggja staðið Eclipse verið 20 ár og eldri leygarkvøld. Platform hevur havt 20 árs aldursmark, meðan ein hevur skula verið 21 ár fyri at sleppa inn á Eclipse

Aldursmarkið niðu
Eftir nógvar áheitanir frá foreldrum, næmingum á miðnámsskúlum og næmingaráðum í Havn um eisini at geva teimum 18 ára gomlu innivist leygarkvøld, hevur felagið, Platform-Eclipse- Café Natúr, gjørt av at broyta málbólkin í Eclipse.
Aldursmarkið er sett niður til 18 ár, og dansistaðið fer serliga at leggja seg eftir at hava diskotekstónleik. Tiltøkini við live tónleiki í Eclipse verða færri í tali í framtíðini.
Platform fer at halda fram við live tónleiki, og aldursmarkið verður framhaldandi 20 ár. Teir tríggir, ið eiga bæði Platform og Eclipse siga, at endamálið við Platform er at hækka enn meir um tænastustøðið og støðið á live tónleikinum, so gestirnir yvir 20 ár fara at kenna seg væl á Platform.
Broytingarnar við Eclipse og Platform eru gjørdar við tí fyri eyga, at nakað verður bæði fyri eldru- og yngru gestirnar, tá tey fara í býin um vikuskiftið.


.