Texas-milliardingurin Ross Perot er deyður

Fyrrverandi forsetavalevnið, Ross Perot, sum sambært mongum hjálpti Clinton at vinna á Bush í 1992, er deyður.

Texas-milliardingurin Ross Perot, sum tvær ferðir stillaði upp til forsetavalið í USA, er deyður, 89 ára gamal.

– Ross Perot, tann slóðbrótandi handilsmaðurin og kæri maðurin, bróðirin, pápin og abbin, doyði í heimi sínum í Dallas, við kæru familjuni kring seg, upplýsir talsmaður fyri familjuna.

Henry Ross Perot var amerikanskur handilsmaður, milliardingur, vælgerði og í 1990'unum eisini politikari.

##med2##

Hann stillaði upp sum óheft valevni við forsetavalið í 1992, tá George H. W. Bush royndi at verða afturvaldur.

Perot var ein seljari, sum hevði skapt ognir sínar inn telduvinnuna, og sum politikari var hann rættiliga óvanabundin.

Tað gav honum stuðul millum ónøgdu veljararnar, sum ikki kendu seg hoyra til nakran, hvørki Demokratarnar ella Republikanararnar.

Valið í 1992 endaði við, at Ross Perot fekk 19 prosent av atkvøðunum á einum óvanligum vali, har Bush forseti tapti til demokratiska avbjóðarararn, Bill Clinton.

Nógvir republikanskir veljarar góvu Perot skuldina fyri, at Bush tapti til Clinton.

Eftir valið í 1992 stovnaði Perot ein flokk, Nýskipanarflokkin, og stillaði upp til forsetavalið aftur í 1996, tá hann fekk 8,4 prosent av atkvøðunum í stríðnum ímóti Clinton og republikanska Bob Dole.

Tað var síðsta roynd hansara at verða valdur til eitt politiskt embæti. Á seinnu valunum stuðlaði hann Republikanarum Georg W. Bush og Mitt Romney.

Tað gekk væl hjá Perot sum handilsmanni. Hann stovnaði tíðliga kt-virkið Electronic Data Systems og Perot Systems.

Bæði feløgini vóru seinni uppkeypt og gjørdu Perot til ein av ríkastu monnum í USA. Blaðið Forbes gjørdi í apríl ognir hansara upp til 4,1 milliardir dollarar.

 

/ritzau/AP