Texas: Koyrdi í mannamúgvu og drap fleiri fólk

Hendingin fór fram minni enn eitt samdøgur eftir, at átta fólk lótu lív, tá hópskjóting fór fram í einari keypsmiðstøð nærindis Dallas í Texas.

Í minsta lagi sjey fólk lótu lív og seks onnur vórðu løstað, tá ein bilur í  Brownsville í Texas koyrdi inn í eina mannamúgvu í morgun.

 

Hendingin fór fram nærindis einari miðstøð fyri tilflytarar.

 

Lokalávísin Hoy Tamaulipas veit at siga, at bilurin koyrdi á fleiri fólk, sum stóðu og bíðaðu við eitt busssteðgistað við miðstøðina.

 

Fyribils er ikki greitt, um talan var um eina vanlukku - ella, um talan var um eina tilvitaða brotsgerð. Løgreglan upplýsir sambært ABC News, at bilførarin varð handtikin á staðnum.

 

Bilførarin varð fluttur á sjúkrahús undir varðhaldi av løgreglu, og her skuldu blóðroyndir takast fyri at finna út av, um maðurin var ávirkaður av rúsdrekka ella narkotiskum evnum.

 

Brownsville, har tilburðurin fór fram, liggur í landsynningspartinum av Texas, nærindis markinum til Mexiko.

 

Hendingin fór fram í morgun lokala tíð - ella minni enn eitt samdøgur eftir, at átta fólk lótu lív, tá hópskjóting fór fram í einari keypsmiðstøð nærindis Dallas í Texas.

 

Tíðindastovan NTB ber eisini hesi tíðindi úr Texas í kvøld.