Tevez vitjaði beinbrotnan mótstøðuleikara

Carlos Tevez hevur vitjað Ezequil Ham hjá Argentinos Juniors á sjúkrahúsinum

Um vikuskiftið var nógv rok í Argentina um taklingina argentinski landsliðsspælarin Carlos Tevez gjørdi í dysti fyri Boca Juniors ímóti Ezequiel Ham hjá Argentinos Juniors. Taklingin var so hørð, at Ezequiel Ham breyt beinið, og endaði á sjúkrahúsinum. At Carlos Tevez skeyt tvey mál í einum 3-1 sigri gav eingin sær far um. Tað var taklingin ímóti Ezequiel Ham, sum fólk umrøddu.

 

Aftaná dystin var Carlos Tevez sera harmur um tilburðin: - Eg eri sera keddur um tað, sum er hent. Eg havi ongantíð framt skaða ímóti nøkrum mótstøðuleikara. Eg fari at vitja Ham á sjúkrahúsinum, og biða um fyrigeving fyri tað, sum er hent, segði Carlos Tevez við argentinskar miðlar, aftaná dystin millum Boca Juniors og Argentinos Juniors. 

 

Og Carlos Tevez helt orð. Ezequiel Ham var fyrndarblíður, og var sera glaður fyri vitjanina, og hann legði út eina mynd á Instagram við orðunum: "Túsind takk fyri vitjanina Carlitos!"