Tevez vil víðari

Argentinski álopsspælarin Carlos Tevez segði í gjár við blaðið News Of The World, at hann kennir seg ikki sum part av familjuni í Manchester United, og tí vil hann skifta felag í summar. Tevez hevur spælt í United seinastu tvey árini, men talan hevur verið um leigusáttmála, sum gongur út í summar. Sunnudagin skoraði Tevez annað av málunum, tá United vann á City.