23 ára gamli argentinski framherjin hjá West Ham, Carlos Tevez, sigur seg avgjørt hava áhuga í einum skifti til italsku meistararnar úr Inter. Enn er ikki somikið sum greitt, um West Ham er sinnað at sleppa spælaranum, men tað ljóðar, at Liverpool, Manchester United og Chelsea øll hava sýnt áhuga. Fleiri av argentinsku landsliðsfeløgunum hjá Tevez spæla tó longu á San Siro fyri antin Milan ella Inter, og tí verður roknað við, at Inter er mest sannlíka nýggja felagið hjá Tevez.
LesarabrøvLesarabrøv