Tevez til City ella Chelsea

Nú er tað greitt, at argentinski álopsspælarin Carlos Tevez heldur ikki fram í Manchester United. Partarnir kundu ikki semjast um lønina, sum Tevez skuldi hava, og nú sigur umboðsmaðurin hjá Tevez, at Tevez flytir helst til Manchester City ella Chelsea at spæla. Liverpool hevur eisini verið áhugað í Tevez, men hagar vil Tevez ikki, tí tað eru arvafíggindarnir hjá Manchester United.