Tevez, tú heldur munn!

Løgreglan í Manchester hevur heitt á Carlos Tevez um at halda munn í tíðini upp til grannauppgerðina millum bæði Manchester liðini. Í samband við onkrar av seinastu grannauppgerðinum millum Manchester United og Manchester City, hevur løgreglan havt trupulleikar við ófriðakroppum. Serliga var tað eftir dystin á City of Manchester Stadium í fjør, tá Paul Scholes avgjørdi dystin í evstu løtu til fyrimuns fyri Manchester United, at løgreglan hevði úr at gera. Undan aðrari grannauppgerð høvdu Carlos Tevez og Gary Neville verið í hvøssum orðadrátti í fjølmiðlinum og tað førdi eisini til ein spentan stemning millum viðhaldsfólkini.

 

Hesum vil løgreglan í Greater Manchester nú fyribyrgja sambært The Telegraph. Løgreglan hevur heitt á Manchester City at geva Carlos Tevez munnkurv fram til grannauppgerðina. Manchester City svaraði umbønini aftur við at leggja eina samrøðu við Carlos Tevez á heimasíðuna, men hann nevndi ikki eitt orð um fortíðina í Manchester United.

 

Carlos Tevez hevur við aðrar miðlar sagt, at Manchester United viðhaldsfólkini eru vælkomin at ýla eftir honum á Old Trafford leygardagin.

 

- Eg leggi einki í, um tey rópa eftir mær á Old Trafford og eg taki tað heldur ikki til mín. Tey róptu eisini eftir mær í fjør, men eg ræðist ikki at spæla handan dystin, sigur Carlos Tevez við blaðið ZOO.

 

Grannauppgerðin millum Manchester United og Manchester City verður leygardagin klokkan 12:45.