Tevez skal venja í Brasil-troyggju

Tá West Ham um vikuskiftið spældi móti Sheffield United, varð Carlos Tevez í øðini um, at hann varð skiftur út. Somikið illur var hann, at hann helt beina leið av leikvøllinum, og tað dámdi venjaranum lítið, sum vera man.
Tevez var tó skjótur at biðja um umbering. Longu sama kvøld segði hann seg angra atburðin, og tað blíðkaði venjaran Alan Pardew nakað. Hesin gjørdi tí av, at liðfelagarnir skuldu gera av, hvør revsingin til Tevez skuldi verða, og nú er hamarin fallin. Og hann er fallin hart.
Sum argentinskur landsliðsspælari hevur Tevez sjálvandi Brasil sum ævigan arvafígginda. Men komandi tvær vikurnar skal hann bera brasilska landsliðsbúnan undir hvørjari venjing. Hartil skal hann rinda £1.000 til vælgerandi endamál.