Tevez og Adebayor tryggjaðu City trý stig

Carlos Tevez legði City á odda í fyrra hálvleiki við brotssparki, sum bleiv gjørt móti Adam Johnson. Eitt korter fyri tíð økti Emmanuel Adebayor til endaliga úrslitið 2-0.

 

Tríggir aðrir dystir vóru eisini í kvøld. Fulham vann 3-0 á Burnley, meðan Portsmouth í evstu løtu bjargaði sær eitt stig á heimavølli móti Sunderland. Wigan og Stoke deildu eisini stigini sína millum.