Manchester United vann sær í kvøld rættin at spæla Liga-Cup finaluna móti Aston Villa.
Eftir at hava tapt 2-1 móti grannunum úr City í fyrru hálvfinaluni, tóktust Paul Scholes og Michael Carrick at hava sent ensku meistararnar á sigurskós, men havt her vildi Carlos Tevez eisini hava nakað at siga.
Argentinski áleyparin hevur havt sítt pláss í ensku breddunum, síðani hann skoraði tvær ferðir móti fyrrverandi liðfeløgunum í fyrru hálvfinaluni, og eitt korter fyri leiklok skoraði hann til 2-1, soleiðis at tað stóð á jøvnum í samlaðu støðuni.
Tað gjørdi tað eisini, tá 90 minuttir vóru farnir, men í yvirtíðini eydnaðist Wayne Rooney at stúta ein bólt frá Ryan Giggs í netið, og so var fagnaðurin á Old Trafford ovurstórur.
Gaman í er liga-cup ikki tann kappingin, sum størstur dentur verður lagdur á í felagnum, men fyrsta steypið hetta kappingarárið er nú bert ein dyst burturi.