Tevez er eingin svíkur

Carlos Tevez er sannførdur um, at hann ikki verður skýrdur at vera ein svíkur av United-fjepparunum, um hann skiftir til Manchester City

– Tey mugu minnast til, at so vítt eg veit, var tað eg, ið varð frystur úti úr felagnum, og tí má kanna tey bestu tilboðini, eg fái, sigur Carlos Tevez sambært soccernet.com. Chelsea sigst eisini vera eftir Tevez, men soccernet.com vil vera við, at tað helst verður Manchester City, sum fer við argentinumanninum.