Tevez bjargaði United

Við javnandi máli sínum í 87.minutti, eydnaðist tað Carlos Tevez og Manchester United at koma nøkunlunda heiðurliga burturúr útidystinum í áttandapartsfinaluni móti Lyon. Sama neyvleika høvdu Arsenal ikki í sínum Champions League dysti móti Milan

Aftur í gjárkvøldið vóru fýra dystir í Champions League kappingini, og heili trý bretsk feløg dystaðust í fyrsta umfari av áttandapartsfinalunum. Seinna umfar verður um tvær vikur.


Í evstu løtu

Á Stade de Gerland leikvøllinum, har Lyon vanliga spælir heimadystir sínar, komu Manchester United á vitjan, og har var talan um ein javnan dyst. Hálvleiksstøðan var eisini 0-0, men eftir steðgin høvdu United lítla leikliga yvirvág. Men tá so 20- ára gamli Karim Benzema legði heimaliðið á odda við einum vøkrum máli, tíðliga í øðrum hálvleiki, vendi dysturin eitt vet. Lyon vóru nær við nakrar ferðir, men tað eydnaðist teimum ikki at avgera dystin til egnan fyrimun. So við sum dysturin leið, var greitt at tað fór at gerast trupult hjá United at fáa nakað burturúr. Men So komu Carlos Tevez og Luis Nani á vøllin, og tá gekk frægari.

Tað skuldi eisini vísa seg at gerast júst hesir báðir, ið vunnu United eitt týdningarmikið útivallarmál, og nú sær væl út hjá »Reyðu Djevlunum«. Dysturin endaði 1-1.


Mundi eydnast hjá »The Gunners«

Arsenal høvdu eina sera trupla uppgávu, tá teir høvdu vitjan av AC Milan, ið vunnu kappingina í fjør. Tað sást á øllum brøgdum, at italiumenn vóru komnir til London til at verja, og tað meistra teir til fulnar. Men beint undan dystarloki mundi enda galið hjá rutineraðu verjuni hjá Milan. Theo Walcott legði ein høgan bólt innfyri, og ájavnt aftaru stong kom Emmanuel Adebayor súsandi inn móti, og hann fekk sett krúllin á bóltin, men úr einum meturs fjarstøðu var hann ikki nóg neyvur, og í staðin brast bólturin móti tvørtrænum og út til málspark. So tætt undir málinum átti at verið ógjørligt at misnýtt ein málmøguleika, men ikki altíð gongur, sum prestur prædikar.


Messi í heimsflokki

Heima á Celtic Park tóku Celtic móti favorittunum úr Barcelona, og talan varð har um eina sanna málveitslu. Úrslitið gjørdist heili 3-2 til gestirnar, ið harvið hava vunnið sær ein rættuliga góðan fyrimun í stríðnum at náa fjórðingsfinalunum.

Tað var ikki ein lættur dystur hjá Katalonska stórfelagnum í Skotlandi í gjárkvøldið, tí heili tvær ferðir vóru teir aftanfyri, men takkað verið einum rættuliga væl uppløgdum Lionel Messi og einum, sum altíð, kaldum og kyniskum avsluttara sum Thierry Henry, eydnaðist teimum at javna tvær ferðir, áðrenn teir so skoraðu endaliga málið í dystinum, til 3-2. Málini hjá Celtic skoraðu Jan Vennegoor of Hesselink og debutanturin Barry Robson, meðan Lionel Messi skoraði tvey mál fyri Barcelona, og Thierry Henry tað eina.


Sentürk, hetjan hjá Fenerbahce

Í heksaketlinum í fótbóltsøra Turkalandi, tóku Fenerbahce móti spanska felagnum Sevilla, og har var, eins og í Skotlandi, talan um málveitslu. Dysturin endaði 3-2 til heimaliðið, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.

Tvær ferðir í dystinum javnaðu Sevilla, men Fenerbahce kláraði at svara aftur báðar ferðir. Fyrsta málið í dystinum átti Mateja Kezman, tá hann í 17. minutti legði heimaliðið á odda. Gestirnar úr Spania javnaði so við einum sjálvmáli frá Fenerbahce leikaranum Edu Dracena. Hetta var í 23. minutti.

Í øðrum hálvleiki løgdu vertirnar aftur betur fyri, og løgdu seg enn eina ferð á odda, hesaferð við máli frá verjuleikaranum Diego Lugano, í 57. minutti. Leiðslan helt ikki longi, tí í 66. minutti javnaði Sevilla aftur. Málið til 2-2 skoraði verjuleikarin á spanska liðnum, Julien Escude. Eftir hetta var javnt eina góða løtu, og tað tóktist, sum um at liðini vóru nøgd við javnleikin. Men ein ætlaði tað ørðvísi, og tað var Semih Sentürk, sum skoraði vinnandi málið, við bert trimum minuttum eftir á klokkuni.

Hetta er fyrstu ferð, at Fenerbahce og Sevilla eru komin so langt í kappingini, og fyrstu ferð yvirhøvur, at Sevilla luttekur. Teir vunnu annars UEFA-Cup kappingina í fjør.