Tevez aftur á vøllinum

Fótbóltur: Carlos Tevez spældi týskvøldið við eykaliðnum hjá Manchester City, og tað er væl hugsandi, at hann ger comeback á besta liðnum í næstum

Argentinski framherjin hjá Manchester City, Carlos Tevez, var í gjárkvøldið loksins aftur á vøllinum, eftir at hann í stórari ósemju við felagið hevur hildið seg fullkomiliga burtur. Miseydnaðar samráðingar í øðrum feløgum hava ført við sær, at hann einki annað val hevur enn at spæla fyri Manchester City, har hann hevur sáttmála.
Í gjárkvøldið spældi hann so sín fyrsta dyst aftur í ljósabláu troyggjuni. Tað gjørdi hann við eykaliðnum hjá Manchester City, tá ið hann spældi fyrra hálvleik av dystinum ímóti Preston. Nógv var gjørt burturúr, at Carlos Tevez var við. Eitt nú bleiv dysturin framskundaður, fluttur til betri vøll og spældur handan læstar dyr - alt vegna Carlos Tevez.
Hjálparvenjarin hjá Manchester City, David Platt, sigur í samrøðu við Daily Mail, at tað er hugsandi, at Carlos Tevez aftur er at síggja á besta liðnum, tá ið teir møta Swansea 11. mars.