Tað eydnaðist seinnapartin tveimum av manningini á altjóða rúmdarstøðini ISS at tetta ein leka í køliskipanini á støðini. Lekin er gamal, men versnaði nógv fyrradagin, og tí varð hildið best at tetta hann beinanvegin.
Í 400 kilometra hædd fóru rúmdarmenninir Chris Cassidy og Tom Marshburn út um støðina og at tetta lekan, og fimm tímar seinnu kundi manningin boða frá, at lekin var tettur.
Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at manningin á ISS var ongantíð í vanda. Sagt verður, at í roynd og veru var tað ikki neyðugt at tetta lekan beinanvegin, men at NASA kortini valdi at gera tað nú, tí at royndir rúmdarmenn eru umborð á støðini nú.
Seks rúmdarmenn eru umborð á ISS, sum USA, Russland, Japan, Kanada og lond í Evropa eiga.









