Hergeir Nielsen
Landsgrannskoðanin er longu nú komin út við einum játtanareftirliti fyri farna fíggjarár.
Í hesi feskastu frágreiðingini fáa vit ma. at vita:
at umskipanin av Postverki Føroya til partafelag er veftað upp í ein ellubita,
at meirnýtslan á Mentamálaráðnum er 3,1 mió.kr.,
at meirnýtslan á Almanna- og heilsumálaráðnum er 26,3 mió.kr.,
at nógv umrødda játtanin til serviðgerð uttanlands, eisini verður nýtt til serviðgerð innanlands,
at landið ikki hevur nóg gott yvirlit um eftirlønarskyldur upp á 95,6 mió.kr.,
at meirnýtslan til samferðsluhavnina á Krambatanga var 2,9 mió.kr. við ongari farstøð,
at onnur lond halda tað vera alneyðugt at seta alt byggivirksemið í einum komandi fíggjarári á fíggjarlógina, meðan okkara landsstýrið roynir at krógva virksemið uttanfyri,
at landið missir tamarhaldið á og yvirlitið yvir landshúsarhaldinum, um landsstovnar/-grunnar liggja uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap,
at ætlanirnar um Apoteksverkið, Hovstunnilin og Barsilsskipanina fara at gera landsroknskapin meira ófullfíggjaðan,
at eitt stórt vandamál liggur í roknskapar- og KT-trygdarviðurskiftunum hjá kommununum, tí hesi framvegis ikki eru í eini tryggari legu,
at partapeningurin í Føroya Lívstrygging er ogn landsins,
at partabrøvini ikki kunnu avhendast uttan við heimild í løgtingslóg,
at landsstýrið onga støðu hevur til, at nevndin í Føroyagrunninum seldi partapening til stjóran og til ein peningastovn, hvørs stjóri er nevndarlimur í grunninum,
at partapeningurin ikki varð boðin út, og at leiðreglurnar um at einskilja fyritøkur landsins ikki vóru fylgdar,
at landsstýrið ikki vil upplýsa hvønn leiklut tað hevði í sambandi við søluna av partabrøvum í Føroyagrunninum,
at skil má fáast á, hvør ið eigur Framtaksgrunninum og Føroyagrunnin, sum eru stovnaðir við almennum pengum, og sum tilsamans hava eina eginogn 235 mió.kr.,
o.a.m.
Her er sanniliga talan um sterkar útmeldingar til ta politisku skipanina.
Í fleiri munnligum og skrivligum fyrispurningum, undir fíggjarlógarviðgerðini og undir øðrum viðgerðum á tingi hava vit støðugt víst á hesi og onnur ivingarsom viðurskifti í landshúsarhaldinum.
Samgongumenn hava ikki sæð seg førar fyri at svara sakligu spurningum okkara, og eru heldur farnir eftir manninum enn bóltinum.
Tá alt ov nógv óvirðiligt kegl fyllir tað politiska orðaskiftið, eru tað fleiri, ið hava vent politiska tjakinum bakið.
Persónlig viðurskifti, útspillingar og karaktermorð hava tíverri verið gerandiskostur í politiska orðaskiftinum.
Spell er, at so skal vera, men frammanfyri eru so nøkur dømi um, at hald hevur verið í atfinningum okkara.
Í uppgerðini frá Landsgrannskoðanini fáa vit nú óheftan kunnleika til eina longri røð av viðurskiftum, har tað fakliga verður staðfest, at tað á mongum økjum er minni skilagott, og í fleiri førum rættiliga ótespiligt, sum húsast verður í almenna landshúsarhaldinum.
Fyrr var tað so, at allar inntøkur landsins vóru settar í roknskapin, og eingin útreiðsla var goldin uttan við heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.
Soleiðis er tað ikki longur.
Fyrr var tað eisini so, at brot á stýrisskipanarlig viðurskifti høvdu við sær, at tey seku løgdu frá sær. Soleiðis er tað heldur ikki longur.
Nú er tað so, at løgmaður gongur undan, tað eina brotið krógvar tað næsta, og einki fær fylgjur. Skal ein leggja frá sær, tekur hann tann næsta við sær, og tí semjast allir um hanga í, so leingi til ber.
Tað var nú spell, at umsitandið valdið endaði í eini melduródn, har sjálvt tann evsta leiðslan ikki sá seg føra fyri at umsita tann eina høvuðssetningin um, at landsstýrismenn umsita málsøki síni á fullgóðan hátt.
Tað byrjaði so bragdliga, tá ein landsstýrismaður í Sambandsflokkinum varð varpaður út í myrkrið eftir minni enn trimum vikum.
Hansara brot komu ongantíð í nakra frágreiðing, og ongantíð fingu vit nakað at vita um tey.
Vit kunnu so ikki gita annað enn, at tey verið nakað væl grefligari enn hesi, ið vit lesa um hjá landsgrannskoðanini.
Hesi brotini fáa nevniliga onga fylgjur.










