Ótespilig útspilling av uttanríkisráðharranum

Ein, ið nevnir seg Rolf Guttesen, hevur í Sosialinum 19. november, eitt grovt persónligt álop á uttanríkisráðharran, Jørgin Niclasen, við niðrandi útspilling og ákærum

Haldi meg minnast, at sami lesarabrævskrivari higartil stútt og støðugt, ár undan ári, hevur nýtt Sosialin og stundum onnur bløð til at spilla navngivin og ónavngivin tjóðveldisfólk út, umframt onnur hampafólk – og eisini fólk, ið eru farin higani av fold. Atvoldin til ótespiligu útspillingarnar er eftir øllum at døma, at hesi fólk hava stríðst fyri málum, sum Rolf Guttesen ikki tekur undir við.

 

Og nú fær Jørgin Niclasen so av somu skuffu. Hann (og óbeinleiðis kona hansara) verða persónliga spjaldurssett og niðurgjørd, tí tey umboða Føroyar á eini almennari vitjan í Íslandi. Jørgin Niclasen verður lagdur undir landsskaðiligt virksemi, og samstundis verður íslendska tjóðin niðurgjørd.

 

Og hví? Tí Jørgin Niclasen á fundi hevur fingið eitt tilboð frá íslendska uttanríkisráðharranum, Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, um at Føroyar kunnu samstarva við Ísland um hølir á sendistovum hjá Íslandi í eitt nú Geneve og Moskva.

 

Nú er hetta í fyrsta lagi onki nýtt. Sama tilboð hevur íslendska stjórnin givið áður. Og Ísland hevur í fleiri ár samstarvað við og viett tænastur til við føroyskar myndugleikar um altjóða mál, tá tørvur er á tí.

 

Tað snýr seg rætt og slætt um, at lond samstarva um sendistovuhølir og ymiskar tænastur, eins og Norðurlond gera í stóran mun. Tað snýr seg ikki um, at Føroyar skulu leggja seg undir og gerast partur av Íslandi ella skulu flagga við íslendskum flaggi, ella fylgja boðum frá íslendskum sendiharrum, soleiðis sum talan er um á donskum sendistovum.

 

Í øðrum lagi er tað ótrúliga snævurskygt og heimastýrisligt at harta ein uttanríkisráðharra og eina aðra tjóð, tí ein útrætt hond og eitt tilboð verður endurgivið á eini almennari vitjan.

 

Rolf Guttesen skírir tað sum vanligt eisini “nationalismu”, tá talan er um samstarv við Ísland. Men tann einasta “nationalisman”, ið ger seg galdandi her, er ein avoldað donsk nationalisma, sum Rolf Guttesen umboðar. Ein nationalisma, sum sigur, at tað finst bara ein vegur út í heim og tað er gjøgnum Danmark. Og ein nationalisma, sum brúkar ringastu ókvæmisorð móti teimum ið halda, at ein heimur er uttan fyri danska ríkið og at vit skulu samstarva við øll heimsins lond.

 

Hervið taki eg frástøðu frá hesi útspilling av okkara uttanríkisráðharra og av íslendsku tjóðini. Og undrist enn sum áður á, at blaðstjórar glaðbeintir prenta persónligar útspillingar og bakbit.