Tesla strikar bitcoin av umhvørvisáum

El-billarisin Tesla vil ikki longur góðtaka bitcon sum gjaldoyra, tí gjaldmiðilin nýtir so nógvan streym

Tað grevur so nógva orku úr fossilum brennieviskeldur at framleiða bitcoin, at tað er ikki umhvørvisliga ráðiligt, heldur stjórin í Tesla, Elon Musk. (Arkivfoto) - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix

Tesla vil ikki longur góðtaka kryptogjaldoyrað bitcoin sum gjalding fyri elektrisku bilar felagsnins.

 

Tað er av umhvørvisáum, sigur stjórin Elon Musk í einum tweeti.

 

– Vit eru stúrin fyri vaksandi nýtsluni av fossilum brennievnum til bitcoin-framleiðslu og flytingar. Serliga kolorku, sum hevur ringastu útlát av øllum brennievnum, skrivar hann.

 

Hann leggur dent á, at kryptogjaldoyrað á nógvar mátar er eitt gott hugskot.

 

– Vit halda, at tað hevur eina lovandi framtíð. Men tað kann ikki fara fram við at tað skal ganga út yvir umhvørvið, skrivar hann.

 

Tað er greitt, at útvinning av bitcoin er grundað á torgreiddar dátutilgongdir, sum kreva serliga menta dátuútgerð í stórum miðstøðum. Millum annað í londum, har elframleiðslan kemur frá kolriknum verkum.

 

Sambært Altjóða Orguagenturinum (IEA) og Cabridge Universitet verður roknað við at útvinning av bitcoin í ár fer at krevja somu mongd av orku, sum varð brúkt í Hollandi í 2019.

 

– Ávirkanin á veðurlagið við at útvinna bitcoin er ein av størstu vandunum fyri allan kryptomarknaðin, sigur Edward Moya, sum er greinari í gjaldoyrafelagnum Oanda.

 

Avgerðin hjá Tesla um at strika bitcoin sum gjaldoyra fekk gjaldoyrað at lækka heilt upp til 17 prosent úr næstan 55.000 dollarum til 45.700 dollarar.

 

Tíðliga í morgun er umleið helmingurin av tí mista vunnið innaftur, og bitcoin verður handlað við eitt sindur omanfyri 50.000 dollarum á asiatisku marknaðunum.

 

Boðini frá Elon Musk koma, minni enn tveir mánaðir eftir at Tesla fór at góðtaka heimsins størsta talgilda gjaldoyra sum gjalding.

 

Fyrr í ár keypti Tesla sjálvt bitcoin fyri 1,5 milliardir dollarar. Og teir ætlar felagið at varðveita.

 

– Tesla fer ikki at selja nakrar bitcoin. Tað er okkara ætlan at brúka tær til flytingar, so skjott sum talgilda gjaldoyra fer at búra meiri burardykka orku, skrvar Elon Musk.

 

Hann leggur afturat, at Tesla kannar møguleikan fyri at brúka onnur kryptovaluta, sum brúka minni enn eitt prosent av orkuni hjá bitcoin.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Tað grevur so nógva orku úr fossilum brennieviskeldur at framleiða bitcoin, at tað er ikki umhvørvisliga ráðiligt, heldur stjórin í Tesla, Elon Musk. (Arkivfoto) - Foto: Susan Walsh/Ritzau Scanpix