Tesla steðgar framleiðslu eftir ófrið í Reyðahavi

Tesla steðgar framleiðslu á stóru verksmiðjuni uttan fyri Berlin næstu tvær vikurnar.

Stjórin í Tesla, Elon Musk (th.), tá stóra verksmiðjan í Grünheide nærindis Berlin varð tikin í nýtslu 22. mars í 2022. Nú steðgar framleiðslan á verksmiðjuni, tí teimum vanta lutir sum úrslit av órógvaðu skipaferðsluni í Reyðahavi. - Foto: Patrick Pleul/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti felagið í dag sambært tíðindastovuni dpa.

Frágreiðingin er vantandi veitingar sum úrslit av spentu støðuni í Reyðahavi.

– Vegna vantandi lutir eru vit noydd at steðga bilframleiðsluni í stóru verksmiðju okkara í Berlin-Brandenburg frá 29. januar til 11. februar.

Tað eru houthiuppreistrarfólk, sum Iran stuðlar, sum skipa fyri álopunum á handilsliga skipaflotan í Reyðahavi.

Uppreistrarfólkini siga, at tað er eftur fyri at Ísrael leyp á Hamas í Gaza, og at tey halda á, til Ísrael tekur deildir sínar úr palestinska økinum.

/ritzau/