Tesla hevurmist 4,7 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2019.
Tað sæst í ársfjórðingsroknskapinum hjá felagnum, sum millum annað framleiðir el-bilar og battarí.
Stóra hallið skyldast, at tey ikki hava megnað at latið nóg nógvar bilar til kundarnar, og at Tesla hevur lanserað eina bíligari útgávu at el-bilinum Model 3 Sedan.
Felagið uppl´syir, at tey eisini rokna við einum halli í øðrum ársfjórðingi.
Elon Musk lovar, at Tesla kemur við einum yvirskoti í triðja ársfjórðingi.
– Tá vit síggja virknaðin av at kunn alata fleiri bilar og minni útreiðslur, vænta vit at tjena pengar í triðja ársfjóðringi og eitt minni hall í øðrum ársfjórðingi, sigur Elon Musk í brævi til íleggjarar.
Tesla uppl´syir, at tey rokna við at kunna lata upp ímóti 400.000 el-bilar í 2019, og tálið kann møguliga koma upp á 500.000
/ritzau/Reuters
(REUTERS/Jason Lee/File Photo)