Terry'sa Saga út um landoddarnar

Í vikuskiftinum hava útisetar møguleika at síggja leikin Terry'sa Saga í Føroyahúsinum í Keypmannhavn.

Í vikuskiftinum hava útisetar møguleika at síggja stuttliga og vælumtókta leikin Terry'sa Saga í Føroyahúsinum í Keypmannhavn. Leikurin er til vaksin og evnið er Føroyingasøga.



Hvat hendur um ein klóvn fær til uppgávu at lýsa føroyska samleikan? Terry leggur tingini á borðið, og guidar okkum ígjøgnum okkara egnu søgu.

 

Hvat stendur skrivað millum linjurnar? Hvørjar detaljur hava vit yvirsæð? Og hvørji súmbol hava vit misskilt? Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi flennifesti har eingin sýning er eins og hvør einasta løta óforútsigilig.

 

Sýningar verða:

Leygarkvøldi 4. okt. kl. 19:00

Leygarkvøldi 4. okt. kl. 21:00 (ÚTSELT)

Atgongumerkir kunnu bíleggjast á info@fohus.dk