15. januar verður sjónleikurin Terry’sa Saga eykaframsýndur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Leikurin er um íspegilin Terry, sum eltir og snarar føroyska samleikanum. Tað er sjónleikarin Kjartan Hansen, ið einsamallur hevur leiklutin sum Terry.
Leikurin fekk nógv góð orð á vegnum, tá ið hann varð leiktur í Føroyum í summar. Eisini varð hann sýndur ymsa staðni í Danmark, hvørja ferð fyri fullum húsum.
Tað eru fólkini handan jólabasarin, ið skipa fyri eini sýning afturat í Føroyahúsinum.