Terry við í Moskva

John Terry var ikki við í landsdystinum hjá Onglandi ímóti Estlandi leygardagin, men nú tøkist fyri, at enski liðskiparin er klárur til altavgerandi landsdystin ímóti Russlandi mikudagin.

Terry er nevniliga við í enska ferðalagnum, sum er fari til Russlands, og hann hevur fingið grønt ljós frá læknanum til at spæla dystin. Um Ongland fær øll stigini á Luzhniki leikvøllinu í Moskva, eru teir klárir til EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki komandi summar.