Mánamorgunin gjørdist tað greitt, hvør tað er, sum skal lyfta arvin eftir David O´Leary, sum Leeds venjari. Valið fall á roynda venjaran Terry Venables. Leeds og Terry Venables er komin ásamt um ein tvey-ára sáttmála, og Venables tekur við róðrinum beinanvegin.
Terry Venables hevur drúgvar royndir innan venjarayrkið. Hann hevur áður vant so stór feløg sum Barcelona, Tottenham og Middlesborough, og umframt hesi feløg, hevur eisini staðið á odda fyri australaska- og enska landsliðinum. Eftir Terry Venables gavst sum venjari hjá Middlesborough seinast summar, hevði hann ikki vænta at tikið venjarayrki uppaftur. Men eftir, at hann fekk bjóða ein sáttmála frá Leeds-leiðsluni, ið ikki kundi siga nei til, valdi hann at taka av. Eftir at sáttmálin var komin í hús, var bæði Leeds-leiðslan og nýggji venjarin ovurfegin, og báðir partar gleða seg til samstarvið.
Nógv leysasøgur í Leeds
Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur verið við, at fleiri spælarar eru á veg úr Leeds. Spælarar sum Rio Ferdinand, Lee Bowyier, Mark Viduka og Robbie Keane hava allir verið settir í samband við onnur feløg. Manchester United sigst at hava bjóðað 35 milliónir pund uppá Rio Ferdinand, og í seinastu viku royndi Sunderland at ogna sær Robbie Keane, men írski framherjin vildi ikki frá Leeds. Mark Viduka hevur fleiri ferðir verið settur í samband við feløg í bæði Italia og Spania, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr. Miðvallarin Lee Bowyer hevur ikki undirskrivað nýggjan sáttmála, og er tí settur á sølulistan. Liverpool hevur verið sett í samband við Bowyer.










