Tað er altíð lætt at vera eftirklókur. Men sambært hjálarpvenjaranum hjá Chelsea, Henk ten Cate, skuldi John Terry als ikki verið brotssparksskjúttarnar, um neyðugt varð við brotssparkskapping fyri at avgera Champions League-finaluna.
- John Terry var ikki millum teir fimm, sum vit høvdu ovast á okkara lista, men vit máttu broyta ætlan, tá Drogba fekk reyða kortið, sigur Henk ten Cate við enska Sporting Life.
- Vit høvdu sjálvandi fyrireikað okkum til brotsspørk, og hóast John ikki var ætlaður millum teir fyrstu fimm, so høvdu vit álit á honum. Veruleikin er bara, at hann gleið, tá hann skuldi skjóta, sigur ten Cate, sum framvegis hevur stórt álit á Terry.
- Hann skal nokk koma aftur, sigur hjálparvenjarin um liðskiparan, sum hevði leikutin sum óhepna hetjan mikukvøldið.
John Terry sparkaði tá fimta brotssparkið hjá Chelsea í finaluni móti Manchester United. Skoraði hann, vann Chelsea fyri fyrstu ferð europisku meistarakappingina. Glíðandi avbrennarin bar tó við sær, at fýra brotsspørk afturat máttu til, og so endaði steypið ístaðin á Old Trafford.










