Terry: Skotski sigurin gav okkum íblástur

Stutt eftir at Skotlandi smurdi Føroyar av 6-0 leygardagin, vann Ongland 5-0 á Andorra. Nú avdúkar enski liðskiparin, at tað var skotski stórsigurin, ið var íblásturin aftan fyri avsmyrjingina av Andorra.


Terry greiðir fyri The Sun frá, at enska liðið hugdi at dystinum millum Skotland og Føroyar, áðrenn teir skuldu á vøllin.
- Vit hugdu at skotska dystinum áðrenn okkara dystur byrjaði, og Skotland var frammanfyri við fimm málum, tá hálvleikur var. Eg vil ikki siga, at hetta legði trýst á okkum at gera tað sama móti Andorra. Men vit vistu, at hetta var tað, ið øll væntaðu av okkum, sigur John Terry og heldur fram:
- Andorra er ivaleyst umleið á sama støði sum Føroyra, og skotarnir høvdu víst, hvat kann henda um tú fært rætt fatur á hesum liðunum frá byrjanini av dystininum. Tað riggar ikki altíð, men hesaferð gjørdi tað, og vit gjørdu alt, ið nakar kundi krevja av okkum.
Liðskiparin avdúkaði eisini, at hetta var nógv lættasti dysturin, ið hann hevði spælt fyri Ongland.