Terry skal leggjast undir skurð

Liðformðurin hjá Onglandi og Chelsea kann vænta at vera uttanfyri vøllin í øllum førum næsta mánaðin, og tað merkir, at hann eftir øllum at døma ikki verður við í týdningarmikla EM-dystinum hjá Onglandi móti Kroatia.

 

26-ára gamli Terry hevur sambært The Sun játtað at verða lagdur undir skurð, aftaná at læknarnar hjá Chelsea høvdu kannað hann fyrradagin.

 

Men steðgurin hjá Terry kemur kanska væl við hóast alt, tí nú kann hann eisini lata brotið í kjálkabeinium lekjast, áðrenn hann fer at spæla fleiri dystir.