Terry og Hazard ikki við í Europa League finaluni

Í kvøld verður finalan í Europa League millum enska Chelsea og portugisiska Benfica. Fyri Chelsea kemur tað illa við, at hvørki liðskiparin, John Terry, ella bólttryggi vongurin, Eden Hazard eru tøkir vegna skaða.

 

Teir blivu báðir skaddir í Premier League dystinum móti Aston Villa. John Terry hevði leikbann, tá Chelsea í farna kappingarárið vann Champions League finaluna. Sostatt er hetta onnur evropska finalan upp í slag, har John Terry má sita uttanfyri.

 

Eden Hazard fekk ein minni fibur skaða í baklærið móti endanum av dystinum móti Aston Villa. 22 ára gamli vongurin úr Belgia hevur annars havt eitt gott kappingarár fyri Chelsea. Millum annað var hann í uppskoti til ársins spælara í Premier League.

 

Væntandi spæla bæði David Luiz og Ramires á miðvøllinum hjá Chelsea í kvøld. Umframt at báðir koma úr Brasil, so hava teir eisini til felags, at teir eru keyptir úr júst Benfica.

 

Venjarin hjá Chelsea, Rafael Benitez, sum hevur verið fyri nógv ákoyringum frá bæði fjølmiðlum og ikki minst Chelsea viðhaldsfólkum, vónar at ein sigur í Evropa League kann geva eina betri mynd av hansara avrikið sum fyribils venjari hjá Chelsea.

 

Europa League finalan verður spæld á Amsterdam Arena í Hollandi. Hon byrjar klokkan 19.45.

 

Europa League finalan:

Benfica - Chelsea